Í døgunum 6. – 17. mars, vóru Hitamyndir í Íslandi í arbeiðsørindum. Farið var við Norrønu til Seyðisfjarðar, har lagt var til brots beinanvegin. Fyrst á skránni var ein fyrilestur fyri kommununi í Seyðisfyrði, har greitt varð frá fyritøkuni og hvørjar tænastur hon veitir.
Síðani gekk leiðin víðari til Breiðdalsvíkar, har gjóstur-frágreiðingar skuldu handast húsa eigarum, ið fingu hús síni kannaði í oktober í fjør.
Lagt varð út við einum fyrilestri fyrsta dagin, har allir íbúgvar í kommununi vóru bjóðaðir. Fyrilesturin var samansettur av úrslitum frá tí arbeiði, ið vit høvdu gjørt í sambandi við gjóstur kanningar. Somuleiðis vóru samstarvsfelagar hjá Hitamyndum á staðnum og greiddu frá ymiskum grønum orkuloysnum til upphitan av húsum.
Avtala varð gjørd við teir ellivu húsaeigaranar, og varð næsti dagurin brúktur til at vitja hvønn einstakan av teimum. Á vitjanunum varð gjølla farið ígjøgnum gjóstur frágreiðinganar og húsaeigararnir fingu frágreiðing um støðuna í teirra húsum.
Vit vóru sera væl móttiknir í Breiðdalsvík og gleðast um, at tað longu komin fleiri hús á listan til næsta túr.