Teleskopisk hurð er sett í eitt av duraopunum í húsinum. Húsið verður mátað upp og skrásett í einari teldu. Síðani verður gjósturmátingin gjørd við undir og yvirtrýsti. Skilagott er at hava okkum við longu, tá byggingin byrjar.
![104_2272](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/07/104_2272.jpg)
![104_1556-crop-u3429](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/07/104_1556-crop-u3429-1.jpg)
![dsc_0528-1](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/07/dsc_0528-1.jpg)
Roykpistolurin verður brúktur, tá gjóstur skal finnast í kuldabrúgv. Eisini verður hann brúktur til at finna gjóstur ímillum íbúðir í raðhúsi, har hitastigið er tað sama báðumegin veggin.
![pasted-image-193x231-1](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/07/pasted-image-193x231-1.png)
Gjósturmátarin mátar, hvar gjósturin er mestur. Eitt nú, hevur hetta vindeygað ein pakning, ið hevur brek og lekur 3,3 m/s.
![Mynd](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/05/unavngivet1.jpg)
![Myrki liturin er køld luft](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/05/unavngivet2.jpg)
![Mynd](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/05/unavngivet4.jpg)
![Ljósi liturin er heit luft](https://hitamyndir.fo/wp-content/uploads/2020/05/unavngivet3.jpg)
Við undirtrýsti fáa vit køldu luftina inn og við yvirtrýsti stroymir heita luftin út. Hetta gevur okkum møguleika fyri at síggja og avmynda, hvar feilirnir liggja.