SOLEIÐIS GERA VIT
Uppmátingar
Vit koma til tykkum og gera uppmátingar av húsunum. Eitt undirtrýst verður skapt í húsinum, so gjóstur kann skrásetast. Við okkara amboðum kunnu vit máta gjóstur, fukt og hitastig.
Myndir og data
Aftaná verða allar myndir og data greinað og ein frágreiðing verður skrivað ið greinar allar trupulleikar við húsunum. Við frágreiðingini er eisini vegleiðing til, hvussu tú kanst betra um trupulleikarnir.
Frágreiðing
Við frágreiðingini í hondini veitst tú akkurát hvat skal gerast. Um tú ikki vilt gera allar ábøtur beinanvegin, kanst tú brúka frágreiðingina til at síggja, hvørjar ábøtur geva størstu sparing.